04. sep. 2023
Fiskikapping hjá 6.flokki

6.floks næmingar hava verið á floti við Westward Ho. Árliga fiskikappingin, sum manningin á Westward Ho og Tórshavnar kommuna skipa fyri, hevur verið. Veðrið og streym viðurskiftini vóru av teimum bestu, so næmingarnir høvdu 2 góðar dagar á fjørðinum. 6.a var fyrri flokkurin úti. Tey fiskaðu 36 fiskar. 6.b fór dagin eftir, og fingu tey 17 fiskar.

Sum siður hevur verið seinastu árini, so skuldi fiskurin hagreiðast og gerast til døgurða. Við kønari hjálp frá húsavørðinum, lærarum og stjóra, hugnaðu børnini sær við matgerð og einum deiligum døgurðabita í skúlakøkinum.

21. sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
Sí eldri tíðindi